Eitt óvanligt annað páskakvøld - einki fólk í býnum

Løgreglan hevur verið at kalla arbeiðisleys á einum at størstu veitslukvøldunum í árinum

Áki Bertholdsen
2. apríl 2024 kl. 07:45

Annað páskakvøld plagdi vera eitt av ársins stóru veitslukvøldum. Men tað var tað í hvussu so er ikki gjár.

Skeinkistøðini høvdu opið í alla nátt og tað var eisini loyvt at spæla tónleik og at dansa. Í grundini er tað brot á halgisdagslógina, men í leiðbeining frá løgregluni í sambandi við halgidagslógina verður sagt, at tað verður kortini góðtikið annað páskakvøld, tí tað er eitt gamalt dansikvøld.

Einasta avmarking annan páskadag er, at tað skal vera friður til klokkan 16.

Men tað varð ikki nógv skonkt og dansað í nátt. Løgreglan sigur, at tað var lítið fólk í býnum, og tey, sum vóru í býnum, elvdu ikki til nakrar trupulleikar hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at ein orsøk til at tað var so lítið fólk í býnum, er kanska, at tað er vanligur arbeiðsdagur í dag.