Eitt stórt navn afturat til Vágs at spæla

Tað legst afturat við kendum tónleikarum, sum fara at spæla á ljósfestini í Vági í næsta mánaði

Áki Bertholdsen
14. juli 2023 kl. 12:06

Tað er nú eisini greitt, at kendi tónleikarin, Marius Ziska, fer at spæla á ljóðsfestini, sum verður í Vági leygardagin 12. august.

Frammanundan er greitt, at fleiri aðrir kendir tónleikarar, Hanus G, Deiggj, Hjalmar og Dagfinn fara at spæla, og harafturat er gamli bólkurin, Section, endurstovnaður - í hvussu so er í eitt kvøld, tí teir fara eisini at spæla

Og í dag verður so eisini boðað frá, at Marius Ziska fer á pall á ljósfestini í Vági við bólki sínum.

Marius Ziska byrjaði sína tónlistaleið bara 16 ára gamal tá ið hann, við bólkinum Flux, var við í Prix Føroyar kappingini. 

Tá ið Marius seinni fekk eitt sættapláss í GBOB - heimsfinaluni  í London, og gjørdist besti norðurlendski bólkur, gjørdist hann kendur manna millum.

Seinnu árini hevur Marius av álvara staðfest, at hann er í fremstu røð í føroyskum tónleiki, og hann ferðast bæði í Føroyum og uttanlands við sínum tónleiki.

Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkenni fyri bólkin. Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk, eru fólkaogn.

Fyri stuttum framførdi Marius við bólki konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri.