Eivør útgávukonsert í Norðurlandahúsinum

Nýggja útgávan, Enn, kemur á marknaðin 14. juni

Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 12:40

So er Eivør aftur klár við nýggjari útgávu og útgávukonsert. 14. juni verður nýggja útgávan Enn tøk í plátubúðum og á digitalu platformunum. Útgávan verður fylgd upp við drúgvari konsertferð, ið byrjar í Føroyum 30. august.

Eivør stillar upp við fulmannaðum bólki, sum er settur saman av Mattiasi Kapnas, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak. Á konsertunum fer Eivør at framføra tey átta løgini á nýggju útgávuni, ið øll eru á føroyskum, umframt onkur eldri løg, ið vit kenna.

Fyrstu grundarsteinarnir til útgávuna vórðu lagdir í Tjørnuvík í 2021, har Eivør og Tróndur vóru á arbeiðslegu. Løgini á nýggju útgávuni hevur Eivør skrivað og framleitt í tøttum samstarvi við Trónd Bogason, Marjuna Syderbø Kjelnæs og í samstarvi við limirnar í bólkinum.

Sjálv greiðir Eivør frá, at hetta nokk er hennara mest fjølbroytta og eksperimenterandi útgáva higartil. Hon lýsir tónleikin sum eina symfoniska rúmdar opera blandað saman við einum myrkum, elektroniskum “beat”-heimi. Fyrsta staklagið Jarðartrá er komið út saman við video framleitt av íslendinginum Einar Egils. Sí niðanfyri.


Konsertin byrjar við, at Jógvan kemur at spæla nøkur løg av hansara seinastu útgávu Tøgn, ið varð útgivin í 2023.

Konsertin er ein standikonsert, men nøkur sitipláss eru tó í Klingruni. Fólk við serligum tørvi kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og bíleggja sitipláss.Tey, sum hava hesi pláss, skulu venda sær til duravørðin og fáa ávíst eitt serligt pláss.

Kostnaður: 365 kr.
Ung 17 ár og yngri:  265 kr. (avmarkað nøgd)

Keyp atgongumerki her.