Ekstra Blaðið leigaði eitt flogfar við beinleiðis áheitan til stjórndeildarstjóran í Forsætisráðnum

Eitt lítið flogfar hevur, sambært Ekstra Blaðnum, í dag flogið yvir Christiansborg við einum bannara við hesari áheitan til stjórndeildarstjóran í danska Forsætisráðnum: “Far nú heim, Barbara”

Barbara Bertelsen er deildarstjóri í danska Forsætisráðnum (Mynd: Pressumynd)
Sigurjón Einarsson
8. august 2022 kl. 16:30

Nógv rok hevur staðist av niðurstøðuni hjá sonevndu Minkkommisjónini í Danmark, ið skuldi kannað, hvat ið hendi, tá danskir minkaalarar fingu harraboð um at avlíva 15 milliónir minkar.

Í niðurstøðuni verður beinleiðis funnist at leiklutinum hjá tíggju embætisfólkum – harímillum Barbara Bertelsen, ið er stjórndeildarstjóri í danska Forsætisráðnum – fyri grovt tænastumisbrot. Higartil sær tað ikki út til at fáa nakrar avleiðingar fyri embætisfólkini.

Ekstra Blaðið hevur, síðan niðurstøðuna hjá Minkkommisjónini, roynt at fingið eina viðmerking frá embætisfólkunum og serliga Barbaru Bertelsen, men tað hevur ikki eydnast.

Ekstra Blaðið er kent fyri at brúka øðrvísi framferðarhættir, og í dag gjørdi blaðið ikki frægari enn at leiga eitt lítið flogfar, sum fyrrapartin fleyg yvir Christiansborg við einum bannara, har tað stóð: “Far nú heim, Barbara”.

(Mynd: Skíggjamynd/eb.dk)

Ábyrgdarblaðstjórin á Ekstra Blaðnum, Knud Brix, sigur við miðilin, at hetta er eitt beinleiðis úrslit av, at miðilin fleiri ferðir hevur roynt at koma í samband við Barbaru Bertelsen, men uttan eydnu.

– Vit hava nú í longri tíð roynt at fingið fatur á bæði Mette Frederiksen og Barbaru Bertelsen, fyri at finna útav, hví tey tíggju embætisfólkini, sum fáa harðan kritikk í kanningini hjá Minkkommisjónini, ikki eru send heim, meðan kannað verður, hvørt tey skulu hava eina revsing, sigur hann við Ekstra Blaðið.

Hann vísir á, at hóast danska stjórnin roynir at tiga hetta málið í hel, so hevur Ekstra Blaðið ikki gloymt tað.

– Vit fara framhaldandi at royna at fáa tey í talu. Vit ynskja eisini at vísa fyri fólkinum, hvussu ørt hetta er, at tey tíggju embætisfólkini enn eru til arbeiðis, eins og einki var hent. Men her er okkurt hent, og tey hava fingið lemjandi kritikk fyri hetta, sigur Knud Brix at enda við Ekstra Blaðið.