

Eldur í sethúsum í Havn
Eitt fólk var í húsunum, men viðkomandi slapp út í øllum góðum
Steinar Patursson
16. september 2022 kl. 13:59
Fyri løtu síðani var útrykningur í Havn, og talan er um eini sethús á J. H. Schrøtersgøtu.
Vakthavandi á løgreglustøðini hevur ikki stundir at gera viðmerkingar í løtuni.
Ein persónur var í húsunum, men viðkomandi slapp út í øllum góðum.
Nógv fólk vóru á staðnum, og løgreglan var noydd at heita á smábørn og ung um at halda frástøðu.
Tríggir sløkkiliðsbilar vóru á staðnum, umframt nógvir løgreglubilar.
Roykur stóð úr húsunum úr øllum síðum, og ein sløkkiliðsmaður tveitti okkurt brent út gjøgnum eitt vindeyga.
Fyri løtu síðani stóð á Dimmalætting, at talan var um Smæruna hjá Starvsfelagnum, men so er ikki. Vit biðja um umbering fyri mistakið.
Myndir: