Eldur var í men skaðin var lítil

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í einum sethúsum

Áki Bertholdsen
8. mars 2024 kl. 08:54

Klokkan 16 seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í í einum sethúsum í Havn. 

Løgreglan sigur, at sløkkiliðið varð sent á staðið og tað vísti seg, at tað hevði fest í eina borðplátu. Men skaðin var ógvuliga avmarkaður og tamarhald fekst skjótt á støðuni. 

Talan var um eina borðplátu, sum kundi leggjast inn yvir komfýrin og tað var hon í hesum føri, men so hevði onkur tendra eina plátu og so kom eldur í.