Eli Hentze: – Vit mugu gera okkum dælt av tí plássinum, sum Luksemborg gevur okkum

Ljóðsamrøða: – Teir geva mótstøðuliðnum gott pláss úti í síðunum. Eisini eitt vet longur inni ímóti miðjum vølli, har vit kunnu gera brúk av at fáa bóltin í tey økini. Soleiðis sigur hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Eli Hentze, í samrøðu eftir seinastu venjingina undan dystinum ímóti Luksemborg í annaðkvøld

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Kristian Waag Dam, Luksemborg
13. juni 2022 kl. 14:56

Landsliðið hevur vant fyri seinastu ferð undan dystinum í annaðkvøld ímóti Luksemborg, sum eisini er einasta veruliga venjingin undan dystinum, tí tíðarbilið millum dystin leygarkvøldið í annaðkvøld er so stutt.

– Venjingin í dag er einasta fyrireikingin, sum vit hava møguleika til áðrenn Luksemborg dystin, og tað eru ávísir tankar um, at tilgongdin til dystin verður eitt vet øðrvísi enn seinast, tá vit spældu ímóti Litava á heimavølli. Tað er tann tilgongdin sum vit løgdu dent á til venjing í dag, soleiðis sigur hjálparvenjarin á landsliðnum, Eli Hentze, í samrøðu við Dimmalætting aftaná venjingina.

Føroysku leikararnir vandu á Stade de Luxembourg, ið eisini verður karmur rundanum dystin í morgin ímóti Luksemborg. Í samrøðuni við Eli Hentze kemur hann millum annað inná, hvørjar veikleikar Luksemborgska liðið hevur og hvussu Føroyar skula gera sær dælt av teimum.

– Teir geva mótstøðuliðnum gott pláss úti í síðunum. Eisini eitt vet longur inni ímóti miðjum vølli, har vit kunnu gera brúk av at fáa bóltin í tey økini. Tað sóu vit partvíst, tá vit spældu ímóti teimum á Tórsvølli, og vit hava sæð tað í øðrum dystum eisini, so tað verður har vit ætla at royna at fáa bóltin í okkara álopsspælið og har frá byrjar tað.

Til ber at hoyra alla samrøðuna við Eli Hentze niðanfyri.

Dysturin millum Luksemborg og Føroyar byrjar í annaðkvøld klokkan 19.45.