Elias og Kiel taptu ímóti oddaliðnum

Í kvøld verður veruligt oddabrak í Bundesliguni ímillum tvey lið, ið hava hvør sín føroying á liðnum

Fríðmundur Nattestad
8. februar 2024 kl. 12:34

Ein sigur var krav hjá THW Kiel í gjárkvøldið, um liðið skuldi nærkast oddinum í týsku Bundesliguni. Liðið, við Elias Ellefsen á Skipagøtu í hópinum, tók ímóti oddaliðnum Magdeburg. Hetta vísti seg at vera ein ov stórur biti fyri Elias og liðfelagarnar, tí Magdeburg vann dystin 33-26. Elias skeyt tvey av málunum hjá Kiel.

Í kvøld verður veruligt oddabrak í Bundesliguni ímillum tvey lið, ið hava hvør sín føroying á liðnum. Füchse Berlin, við Hákun West av Teigum í hópinum, tekur ímóti Flensburg, sum hevur Jóhan á Plógv Hansen í hópinum. Füchse Berlin og Flensburg liggja á ávíkavist 2. og 3. plássi í deildini.