Elon Musk hevur keypt Twitter

Eftir fleiri mánaðir av óvissu er sølan av Twitter komin upp á pláss. Elon Musk hevur keypt felagið og sent stjóran til hús

Elon Musk. (Mynd: EPA)
Steinar Patursson
28. oktober 2022 kl. 09:29

Suðurafrikanski ríkmaðurin, Elon Musk, eigur nú langt um leingi sosiala miðilin, Twitter.

Sambært BBC hevur Twitter ikki váttað boðini enn, men amerikanskir miðlar og ein íleggjari í Twitter vilja vera við, at so er.

Samstundis verður boðað frá, at stjórin í Twitter, Parag Agrawal, er saman við øðrum í leiðslustørvum sendur til hús.

- Fuglurin er sleptur leysur, skrivar Elon Musk sjálvur á Twitter.

Tað eru nú fleiri mánaðir síðani, at Elon Musk upprunaliga skuldi keypa Twitter fyri 44 milliardir dollarar. Tá sølan skuldi fara ígjøgnum, broytti Elon Musk kortini meining og gjørdi eigarunum greitt, at hann metti ikki, at brúkaratølini hjá Twitter vóru sonn.

Musk vildi vera við, at ov nógvir av brúkarunum á Twitter vóru falskir profilar, og tí var hann ikki sinnaður at keypa Twitter kortini.

Hetta hevði við sær, at seljararnir tóku Elon Musk í rættin. 

Í oktober mánaði fór Elon Musk síðani undir aftur arbeiðið at ogna sær Twitter, og eftir øllum at døma er tað arbeiðið komið á mál.

Elon Musk, sum sjálvur er íðin Twitter brúkari, hevur ofta funnist at sensurpolitikkinum hjá Twitter, sum hann hevur mett verið ov óhóskandi, og millum annað fanst hann at avgerðini at banna fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Elon Musk hevur eisini gjørt greitt, at hann hevur ætlanir um at loyva Donaldi Trump á aftur Twitter.