Elon Musk hóttir við at slíta avtaluna um Twitter

Elon Musk vil vera við, at Twitter afturheldur brúkaratøl fyri sosiala miðilin, og hann hóttir nú við ikki at halda fram við avtaluni um at keypa Twitter, um ikki Twitter gongur ynskjum hansara um størri gjøgnumskygni á møti

Elon Musk á Tesla verksmiðju. Mynd: EPA
Steinar Patursson
7. juni 2022 kl. 11:59

Suðurafrikanski ríkmaðurin Elon Musk hóttir nú við at sleppa avtaluni um keyp av sosiala miðlinum Twitter, um ikki Twitter gongur ynskjum hansara um betri innlit í brúkaratøl á møti.

Nevndin í Twitter gjørdi í apríl mánaði av at selja Twitter til Elon Musk fyri 44 milliardir dollarar, men seinasta mánaðin hevur eitt ivamál um brúkaratøl stungið seg upp, ið Elon Musk vil hava avgreitt, áðrenn keypsavtalan endaliga verður framd.

Elon Musk vil vera við, at Twitter hevur nógv fleiri falskar, teldustýrdar brúkarar, sokallaðar bottar, enn Twitter vil vera við, og Musk heldur eisini, at Twitter við vilja roynir at forða honum í at fáa innlit í faktiska brúkaragrundarlagið.

Sambært BBC metir Elon Musk, at um 20 prosent av brúkarunum á Twitter eru bottar.

Løgfrøðingar hjá Elon Musk hava tí gjørt eftirlitsmyndugleikum vart við, at Twitter afturheldur dátum, ið Musk fegin vil fáa hendur á fyri at gera eina sjálvstøðuga meting um brúkaratølini.

Twitter vil hinvegin vera við, at felagið hevur hildið seg til allar ásetingar av avtaluni, og ætlanin er at halda fram við søluni sum ætlað og til avtalaða prísin á 44 milliardir dollarar, sum er um 306 milliardir krónur.

Sambært BBC skal Musk rinda felagnum 1 milliard dollarar, um hann slítur avtaluna um at keypa Twitter.