Elon Musk keypir ikki Twitter - fyribils

Elon Musk skrivar á Twitter, at keypsavtalan stendur í stað inntil Twitter prógvar, at einans fimm prosent av brúkarunum á miðilinum eru falskir

Elon Musk. Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
17. mai 2022 kl. 14:58

Fyri einum mánað síðan boðaði ríkmaðurin, Elon Musk, frá, at hann fór at keypa Twitter, men nú hevur hann boðað frá, at keypsavtalan er steðgað, fyribils. Kostnaðurin av Twitter var áleið 44 milliardir dollarar. Hetta svarar til 305 milliardir danskar krónur.

Elon Musk skrivaði á Twitter fyrr í dag, at áleið 20 prosent av brúkarunum á Twitter vóru falskir. Hetta talið er alt ov høgt, í fylgi Elon Musk. Hetta er fýra ferðir so nógv sum Twitter vil vera við. Sambært Elon Musk, so heldur Twitter fast í, at einans fimm prosent av brúkarunum eru falskir, men hesum hevur Elon Musk ikki sæð nakað prógv fyri. Elon Musk skrivar á Twitter, at keypsavtalan stendur í stað inntil Twitter vísir prógv fyri, at einans fimm prosent av brúkarunum eru falskir.

Følsku brúkararnir, ið talan er um, eru sjálvvirknar og eru ikki brúkarar hjá menniskjum. Følsku brúkararnir verða brúktir til at svara og senda boð, millum annað lýsingar og politiskt propaganda.  

Elon Musk ynskir ikki at gjalda 44 milliardir dollarar fyri Twitter, um hann ikki hevur røttu upplýsingarnar. Twitter hevur alment boðað frá, at tey ynskja enn at fullføra keypsavtaluna fyri 44 milliardir dollarar. Tó letur keypsavtalan seg ikki gera fyrr enn partarnir eru samdir um prísin. Ongin handil verður fyrr enn Elon Musk fær tølini fyri, hvussu nógvir falskir brúkarar eru á Twitter. Tað er bara Twitter, sum kann veita honum hesi tøl, tí tað snýr seg um viðkvæmar upplýsingar hjá fyritøkuni.

Ríkmaðurin, Elon Musk, er frammanundan stjóri í bæði Tesla og SpaceX.