Elon Musk selur burturav Tesla

Herfyri keypti suðurafrikanski ríkmaðurin Elon Musk sosiala miðilin Twitter, nú selur hann burturav sínum hjartabarnið, Tesla

Tesla var sett á stovn í 2003. Elon Musk gjørdist størsti parteigari í Tesla í 2004. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
9. november 2022 kl. 12:50

Herfyri keypti suðurafrikanski ríkmaðurin Elon Musk sosiala miðilin Twitter, nú selur hann burturav sínum hjartabarnið, Tesla.

Elon Musk hevur selt partabrøv fyri slakar fýra milliónir dollarar. Hetta vísa skjøl hjá amerikanska búskapareftirlitunum, skrivar tíðindastovan Reuters. 

Sambært eini útrokning hjá Reuters, so eigur heimsins ríkasti maður enn áleið 14 prosent í fyritøkuni. Hví Elon Musk hevur selt partabrøv í Tesla er enn ógreitt.

Eftir at Elon Musk hevur keypt Twitter, er marknaðarvirðið hjá Tesla mestsum farið niður í helvt.