Elvin gjørdist tungur í huga

Strongu koronutilmælini í vár og summar fóru illa við 40 ára gamla Elvini Weihe úr Runavík. Hann gjørdist tungur í huga

Dan Lamhauge
16. januar 2021 kl. 11:30

Beint oman fyri ellis- og røktarheimið í Runavík, í Blikagøtu, er ein snotiligur stovnur, har vaksin fólk við menningartarni og rørslu- ella fjølbreki búgva, Sambýlið Blikagøta. Har eru felags køkur og stova og so tær 12 smáu og hugnaligu íbúðirnar, sum mynda stovnin.

Í einari av hesum íbúðum situr 40 ára gamli Elvin Weihe. Hann er úr Runavík, so hann er ikki fluttur so langt.

Undir vanligum umstøðum, hevur hann nóg mikið at taka sær til. Elvin arbeiðir saman við flestu av vinum sínum á verkhúsinum Stíggjur. Tað ger hann allan dagin mánadag. Frá týsdegi til fríggjadags arbeiðir hann fyrrapart í matvøruhandlinum hjá Á á Glyvrum, og tað dámar honum væl. Um middagsleitið er vaktin í Á liðug, og tá gongur hann út í Stíggj, har hann arbeiðir til klokkan 16.

Undir vanligum umstøðum er Elvin eisini sera aktivur ítróttamaður. Kvøldskúlarnir ymsa staðni runt bjóða ymiskt út, og Elvin gongur til boccia, borðtennis og fótbólt. Onkuntíð eisini til svimjing.

Umframt at arbeiða og passa sínar skyldur, so er Elvin lívsnjótari. Hann livir í núinum, men hevur kortini altíð okkurt at síggja fram til, onkra ætlan. Tað kann vera ein túrur í biografin, ein konsert, ein festivalur ella ein fótbóltsdystur at fara til. Seinasta summar skuldi hann á konsert hjá bæði James Blunt og hjá Slade umframt á onkran festival.

Undir vanligum umstøðum hevur Elvin eitt innihaldsríkt lív.

Men so kom korona.

-Tað var á grækarismessu, veit Elvin at siga.

-Vit fóru heim úr arbeiðinum, sigur hann.

Og tað er júst tað. 12.mars steðgaði alt upp, og alt lat aftur. Stíggjur stongdi, kvøldskúlarnir steðgaðu og øll tiltøk vórðu avlýst. Tað var onki at ganga til, og øll høvdu so lítið sosialt samband sum gjørligt. Tað var eisini avbjóðandi fyri øll, sum arbeiða ella búgva á bústovni, tí tað var onki at fara til, onki at ganga upp í.

Hetta fekk stórar avleiðingar fyri Elvin. Lívsglaði maðurin, sum livdi í núinum og tó altíð hevði okkurt at síggja fram til, fall í fátt. Hann gjørdist tungur í huga.

-Tað var í juli, at tey ringdu frá stovninum og søgdu, at tey vistu ikki sín livandi ráð, tí at Elvin var vorðin so fámæltur og keddur.

Tað er Jastrid Weihe, mamma Elvin, sum greiðir frá. Vit sita í íbúðini hjá Elvini, og hon og Erla, systir Elvin, eru komnar at greiða frá um støðuna hjá Elvini.

-Vit tóku Elvin heim til okkara, hóast sambýlið er hansara heim, tí vit sóu, at Elvin var illa fyri. Hann var vorðin so tigandi, sigur Jastrid.

Familjan stúrdi fyri, at Elvin var vorðin minnisveikur. Hann varð kannaður, og tað var staðfest, at minnisveikur var hann ikki. Hinvegin komu tey eftir, at Elvin var vorðin tungur í huga, tunglyntur. Avbyrgingin í fleiri vikur var farin illa við Elvini.

-Tey, sum búgva á bústovnum ella sambýlum, eru ógvuliga avbyrgd, tí fleiri brúkarar eru í vandabólki í samband við korona. Reglurnar um sóttarhald eru sera strangar, og tí sleppa tey mest sum ikki út fyri dyr í ótta fyri smittuni. Tað tola ikki øll, og slettis ikki Elvin, greiðir Jastrid frá. Hon er álvarslig á málinum.

Elvin flutti heim til foreldrini í juli. Har kundi hann loyva sær meira, tí har var ikki so stórur vandi fyri at smitta nakran, sum er í vandabólki. Foreldrini, Jastrid og Johan Sigurd, fingu gongd aftur á Elvin. Hann hjálpti við tí húsliga og við at rudda hjá beiggjanum, sum var við at umvæla eini eldri hús. Elvin og pápin eru báðir spentir í fótbólti, so teir fóru til mest sum allar dystirnar hjá NSÍ. Og so gingu tey túrar.

-Tað er so ótrúliga gott at ganga túrar. Vit vóru runt Toftavatn hvørt kvøld í summar, og Elvin var við. Familjan var eisini ein gongutúr eftir gomlu gøtuni til Gásadals, og Elvin var við, fortelur Jastrid.

Smátt um smátt kom Elvin fyri seg aftur, men tað var ikki uttan læknahjálp.

-Eg fái medisin fyri sinnið, greiðir Elvin frá og vísir á eitt skáp við lási á. Starvsfólkini á stovninum hava lykilin.

-Elvin hevur eisini gingið til sálarfrøðing. Tá var eg við honum, tí hann var so fámæltur, hann segði næstan onki, sigur Jastrid.

Samanlagt hevur alt hjálpt, og ein dag í septembur, eftir einar átta ella níggju vikur heima hjá foreldrunum, var Elvin klárur at flyta aftur í íbúðina, sum er veruliga heim hansara. Fram til jóla hevur alt koyrt við fullari ferð aftur. Elvin hevur verið til arbeiðis og gingið til ítrótt júst sum vanligt.

Tá so smittan aftur breiddi seg um árskiftið, komu strongu reglurnar fyri sambýlini aftur í gildi. Tí óttast Jastrid og Erla fyri, at Elvin skal enda í somu støðu, sum hann var í í summar, tá hann gjørdist tungur í huga av umstøðunum.

-Tað má bara ikki henda, sigur Erla.

-Tað sær út til, at vit hava tamarhald á smittuni her í Føroyum. Tí vænti eg, at Elvin sleppur aftur til arbeiðis og at ganga til síni ítriv skjótt. So man tað fara at laga seg, heldur hon.

-Hetta hevur verið ein hørð tíð, sigur Jastrid.

-Tað er ikki altíð so lætt at vera mamma, leggur hon afturat.

Søgan um Elvin er neyvan nakað eindømi. Heldur vísir hon støðuna, sum fleiri av okkara borgarum eru í. Borgarar, sum búgva á sambýlum og bústovnum. Samstundis hevur tíðin eftir 12.mars kravt og fer framvegis at krevja ómetaliga nógv av starvsfólkunum, sum eru um hesar borgarar.

Elvin hevur verið í miðlunum fyrr. Hann er svorin Manchester United fjeppari, og í 2007 var hann á Old Trafford, tá teir reyðu smurdu AS Roma av 7-1 í einum dysti í Champions League. Tað kom í bløðini, og Elvin hevur hongt eina mynd úr greinini upp á veggin í kamarinum. Áðrenn eg takki fyri meg og fari avstað, vil hann hava meg inn í kamarið at síggja myndina. Lagið er gott, tá ið hann vísir mær myndina.

-Hevur tú nakrantíð verið har á Old Trafford? spyr Elvin.

Eg noyðist at svara, at tað havi eg ikki. Spurningurin fær meg tó at hugsa, at kanska verður tað ikki so longi, til tað aftur fer at bera til at vitja á Old Trafford.