EM 2024: Bara liðskiparin sleppur at tosa við dómaran

Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, ger eyðsýnda broyting í fótbóltslógini í samband við EM í summar

Mynd: GettyImages
Fríðmundur Nattestad
15. mai 2024 kl. 16:00

Tá EM í fótbólti í summar verður bríkslað í gongd í Týsklandi, verður tað við einari rættiliga eyðsýndari broyting í fótbóltslógini.

Dómarastjórin í UEFA, Roberto Rosetti, kunngjørdi í gjár, at til dystirnar í EM verður tað bara báðir liðskipararnir, sum sleppa at tosa við dómaran.

Um ein annar leikari tosar við dómaran, ella onkursvegna gremur seg ella vísir væntandi virðing, fær hann gult kort.

Dómararnir fara harafturímóti at gera sær meira ómak við at greiða liðskiparunum frá sínum avgerðum.