EM atgongumerkini vera til sølu nú á middegi

EM endaspæl í hondbólti: Í fyrstu atløgu snýr tað seg um pakkaloysnina

Jóannes Hansen
17. mai 2023 kl. 11:55

Nú á middegi verður møguleiki at keypa atgongumerki til dystirnar í EM bólkaspælinum hjá føroyska mansliðnum.

HSF skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Ætlar tú til Berlin í januar 2024 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Mercedes-Benz arena?

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Dagsatgongumerki koma fyrst til sølu 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og  408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.