EM-lutakast hjá U18 og U20

Lutakastið verður hósdagin 29. februar klokkan 14

Mynd: IHF / HRS / kolektiff
Tíðindaskriv - Hondbóltssamband Føroya
27. februar 2024 kl. 13:00

Hósdagin 29. februar kl. 14.00 verður lutakastið til EM-endaspølini hjá U18- og U20-monnum. Áður hava EM-endaspølini hjá ungdóminum talt 16 lið, men er hetta fyrstu ferð at kappingin telur 24 lið.

EM-endaspælið hjá U20 verður leikt í tíðarskeiðnum 10. – 21. juli í Celje í Slovenia. Hesin árgangurin bleiv nummar 9 í U18 EM-endaspælinum í 2022 og nummar 8 í HM-endaspælinum í 2023. Føroyar er styrkismett í potti 2 hjá U20. Liðini eru styrkismett í 4 løg, sum verða drigin í 6 bólkar á 4 lið.

Pottur 1: Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Kroatia, Danmark
Pottur 2: Norra, Portugal, Slovenia, Føroyar, Ísland, Montenegro
Pottur 3: Serbia, Frakland, Pólland, Italia, Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia*
Pottur 4: Eysturríki/Kekkia/Norðmakedonia,* Ukraina, Ísrael, Sveis, Rumenia, Grikkaland
*Tvey av hesum liðunum verða drigin í pott 3 og eitt í pott 4

EM-endaspælið hjá U18 verður leikt í tíðarskeiðnum 7. – 18. august í Podgorica í Montenegro. Føroyar er styrkismett í potti 3 hjá U18.

Pottur 1: Spania, Týskland, Svøríki, Kroatia, Danmark, Ísland
Pottur 2: Ungarn, Slovenia, Montenegro, Portugal, Noreg, Frakland
Pottur 3: Serbia, Føroyar, Pólland, Kekkia, Sveis, Eysturríki
Pottur 4: Grikkaland, Norðurmakedonia, Rumenia, Ísrael, Ukraina, Italia