Endurnýtslan á Hjalla hevur longri opið

Burturkast frá húsarhaldum verður heintað sum vanligt

Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 15:52

Tórshavnar kommuna boðar frá, at nú verkfallið er av, hevur endurnýtslan á Hjalla opið til klokkan 20 í kvøld.

Endurnýtslurnar í Kollafirði og Nólsoy eru eisini opnar í dag, ávíkavist frá klokkan 15 til 18 og 15 til 19.

- Húsarhaldsburturkast verður heintað sum vanligt. Fólk kunnu seta eyka posar við síðuna av skrellistativinum, skrivar Tórshavnar kommuna.