Enn eitt fólk við koronu var til James Blunt-konsertina

Nú er greitt, at eitt fólk afturat, sum var til James Blunt konsert seinasta leygarkvøld, eisini var smittað við koronu

Sigurjón Einarsson
22. september 2021 kl. 07:45

Sunnudagin hoyrdu vit, at eitt fólk, sum var til James Blunt konsert leygarkvøldið 18. September í Høllini á Hálsi, hevði fingið staðfest koronu. Nú er greitt, at enn eitt fólk, ið var til konsertina, hevur havt koronu. Tað váttar Landslæknin fyri Dimmalætting.

– Viðkomandi persónur byrjaði at kenna seg illa til konsertina og fór tí heim. Tá viðkomandi so kannaði seg fyri koronu mánadagin, var royndin positiv, sigur Lars Fodgaard Møller, Landslækni.

Hann sigur víðari, at tey fóru beinavegin í holt við at smittuspora og finna fram til tey fólkini, ið viðkomandi persónur við koronu hevði verið í samband við, og tey fólkini hevur Landslæknin sett seg í samband við.

Sunnudagin – dagin eftir konsertina – kom Lars Fodgaard Møller við áheitan, har hann mælti til, at øll, sum fáa sjúkueyðkenni, lata seg kanna alt fyri eitt. Harafturat mælti hann til, at øll, sum ikki eru liðugt koppsett, lata seg kanna bæði mikudagin 22. og fríggjadagin 24. september.

– Ja, nú fór ein áheitan út sunnudagin, men eru tað fólk, sum enn ikki hava latið seg kanna, men sum antin hava ella fara at fáa sjúkueyðkenni, so má eg enn einaferð mæla til, at fólk lata seg kanna alt fyri eitt, sigur Landslæknin.

Og eins og sunnudagin, so verður heitt á øll, sum ikki eru liðugt koppsett, at halda seg burtur frá støðum, har nógv fólk eru savnaði saman, til tey hava fingið svar uppá koronukanningarnar.

Tað vóru umleið 2.400 fólk til konsertina í Høllini á Hálsi seinasta leygarkvøld.