Harry Kane: Vóni at hetta er eitt 'wake-up call'

Ongland tapti ímóti Íslandi í seinasta dystinum undan EM

Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 15:00

Enska landsliðið tapti seinasta fríggjakvøld 0-1 ímóti Íslandi á Wembley. Ensku áskoðararnir vóru sum vera man ikki nøgdir, og fleiri buhaðu liðið hjá sær av vøllinum eftir dystin.

Ongland telist millum favorittarnar at vinna EM, sum byrjar fríggjadagin, og tapið ímóti Íslandi var tískil ein sonn katastrofu upptakt. Enska spælið má tí lyftast á eitt nógv hægri støði, um liðið skal megna at liva upp til sín favoritt leiklut til EM. Hetta ásannar enski liðskiparin, Harry Kane.

- Hetta kann vera eitt 'wake-up call' fyri okkum allar. Vit mugu viðurkenna, at hetta ikki verður so lætt, sum fólk halda tað vera. Vit hava nógv at arbeiða við, segði Kane við BBC eftir dystin.

- Har eru heilt sikkurt nøkur ting, sum vit kunnu gera betri, legði enski liðskiparin afturat.

Ongland er í EM-bólki saman við Slovenia, Serbia og Danmark. Fyrsti dysturin hjá Onglandi er ímóti Serbia 16. juni.