Erdogan noktar svenskum Nato limaskapi eftir koranavbrenning

Turkaland fer ikki at góðkenna svenskan Nato limaskap so leingi Svøríki loyvir, at koranin verður brend

Ragnar Sjúrðarson
1. februar 2023 kl. 22:03

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, er vorðin ein steinur í skógvinum hjá verjusamgonguni Nato. 

Í eini talu í turkiska tinginum í dag segði hann, at hann fór at forða fyri svenskum Nato limaskapi, so leingi Svøríki góðtekur, at koranin verður brend. 

-    Svøríki skal ikki gera sær tann ómak, at royna at koma upp í Nato í núverandi løtu. Vit fara ikki at siga ja til teirra Nato umsókn, so leingi tey loyva avbrenning av koranini, ljóðar tað frá Erdogan.

Turkiski forsetin gav tekin um sunnudagin, at Turkaland er við uppá at játta Finnskan Nato limaskap, men ikki svenskan.

Bæði Svøríki og Finnland hava higartil verið uttanfyri Nato samstarvið. Men eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri einum ári síðani, tóku bæði londini tí avgerð, at søkja um limaskap. Og londini ynskja saman, at fara í verjusamstarvið.

Øll 30 londini í Nato skulu góðkenna eitt nýtt limaland. Turkaland forðaði fyri stuttum bæði Finnlandi og Svøríki, at sleppa upp í verjusamgonguna.