Eriksen møguliga til Turkalands í summar

Danski miðvallarin í Manchester United verður møguliga seldur til Galatasaray í summar

Fríðmundur Nattestad
8. februar 2024 kl. 10:56

Turkiska stórfelagið, Galatasaray, var sinnað at keypa Christian Eriksen leysan úr Manchester United longu í hesari vikuni, nú flytingarvindeyga í Turkalandi letur aftur í morgin. Hendan ætlanin er tó slept. Hetta veit ESPN at siga.

Felagið úr Istanbul hevur tó ikki heilt slept vónini um at knýta Eriksen at hópinum, tí alt bendir á, at Galatasaray í summar fer at gera eina roynd, at keypa danska miðvallaran.

Christian Eriksen skrivaði undir ein trý ára sáttmála við Manchester United á sumri í 2022. Seinastu tíðina hevur hann sitið nógv á beinkinum, har bæði tann royndi Casemiro og ungi Kobbie Mainoo hava verið valdir framum.