Eru í uppskoti til stóra heiðursløn

Týsdagin 31. oktobur verður avdúkað, hvør fær virðislønina

Áki Bertholdsen
4. apríl 2023 kl. 11:59

Tey bæði, føroyski rithøvundurin, Dánjal Hoydal, og føroysk/danski myndprýðarin, Annika Øyrabø eru nú í uppskoti til at fáa bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri barna- og ungdómsbøkur.

Tað eru tey fyri myndabókina, Strikurnar, sum kom út í fjør. 

Tað verður á hátíðarhaldi í Oslo týskvøldið 31. oktobur, at tað verður avdúkað, hvør fær virðislønina.

Strikurnar eru í uppskoti saman við 13 øðrum barna- og ungdómabókum úr øllum Norðurlondum, og á øllum málunum í Norðurlondum.