Eru ikki longur skuldsettir fyri harðskap

Vakmyndatól vístu, at talan var ikki um harðskap

Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 08:02

Leygarnáttina varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði at melda, at ein duravørur hevði verið fyri harðskapi.

Sum vit skrivaðu leygarmorgunin var talan um tveir gestir, sum ikki vildu gera eftir boðum frá einum duravøri á staðnum og tað endaði við, at duravørurin var fyri harðskapi.

Løgreglan sigur, at talan var ikki um álvarligan harðskap, men slík mál verða altíð tikin í stórum álvara tí duravørar, barrvørðar, taksasjaførar, og onnur, sum eru í størri vanda fyri at verða fyri harðskapi enn onnur, hava eisini eina serliga verju í lógini.

Avleiðingin varð eisini, at hesir báðir gestirnir vórðu tiknir við á løgreglustøðina og settir í brummuna.

Har lógu teir alla náttina og sluppu ikki út aftur fyrrenn leygardagin, samstundis sum at løgreglan viðgjørdi tað, sum eitt mál um harðskap.

Men tá ið avtornaði varð skuldsetingin um harðskap, slept. Løgreglan sigur, at tey hava kannað myndirnar av vakmyndatólum á skeinkistaðnum og tey vístu, at talan var ikki um harðskap.

Ein heildarmynd av støðuni vísir, at talan var ikki um harðskap, sigur løgreglan. Men talan var kortini um ólátaðan atburð og tí fáa teir báðir menninir bót fyri at bróta skilhaldsreglurnr.

Vanliga er bótin fyri ólátaðan atburð, 1.500 krónur, men endar tað við, at tað verður áfast, er bótin 3.000 krónur.