Eru ikki øll fyri rættin til lív?

Lesarabræv frá Akseli Kamssbarð Berg

Aksel Kambsskarð Berg
22. mars 2024 kl. 12:30

Tað er tiltrongt, at fosturtøkumálið verður tikið upp aftur í Løgtinginum. Tað er eitt komplekst mál, ið hevur ávirkan á nógv lív og sum setur nøkur álvarslig moralsk dilemma upp.

Lógaruppskotið hjá Landsstýrinum snýr seg í botn og grund um at loyva fría fosturtøku upp til 12. viku í viðgongutíðini. Sambært Landsstýrismanninum er orsøkin til hetta í høvuðsheitum at geva kvinnum rættin til at taka avgerð um sín egna kropp. Hetta er eisini í tráð við tí almenna kjakinum og tær grundgevingar, ið vanliga verða bornar fram av teimum, ið ynskja at liberalisera fosturtøkulóggávuna.

 

Um man kann seta spurningin til síðis um hvørt fostrið er ein partur av kroppinum hjá kvinnuni ella ikki, so er tað framvegis ein annar spurningur, ið stendur ósvaraður: Hví skal tað vera eitt mark á 12 vikur?

Hetta markið verður regluliga borið fram í kjakinum av politikarum og áhugafeløgum, men tað verður ongantíð fylgt av einari lívfrøðiligari grundgeving. Í viðmerkingum til lógaruppskotið stendur: ”Eingin endalig niðurstøða er um, nær lívið byrjar”. Tað er sum at skrivað, at ongin endalig niðurstøða er um, at jørðin er rund, meint soleiðis, at um man ikki vil hyggja eftir prógvunum og brúka logiska tankagongd, so kann man sáa ivamál um alt. Ein vera verður definera sum livandi, um hon hevur eginleikan til at vaksa, mennast og broytast. Tað er tí langt síðani prógvað, at tá ein egg- og sáðkykna renna saman, so byrjar eitt nýtt lív.

 

Um lógaruppskotið hjá Landsstýrismanninum snýr seg um kvinnurættindi, so er ein týðilig logisk andsøgn, ið manglar at svarast. Dettur rætturin hjá kvinnuni burtur eftir 12. viku í viðgongutíðini? Hví ger hann tað?

Grundgevingin fyri hetta markið er sera fátøk í viðmerkingunum í lógaruppskotinum, og somuleiðis verður tað sjáldan komið inná hetta í almenna kjakinum. Um tað er soleiðis, at okkurt hendur aftaná 12 vikur, ið broytir rættarstøðuna hjá kvinnuni og fostrinum, so eigur Landsstýrismaðurin at framleggja eina greiða lívfrøðiliga og etiska frágreiðing uppá hetta.

Teir størstu fortalarirnir fyri fosturtøku í Føroyum tykjast øll at vera í semju um, at eitt mark skal ásetast. Orsøkin má vera tann, at man hevur eina fatan av, at tað ómoralskt loyva fosturtøku seinni enn hetta, tí fostrið hevur voksið og ment so mikið, at man nú byrjar at tilskriva tað rættin til lív. Við at áseta hetta markið, so hevur man longu viðurkent, at fostrið er eitt menniskja við íborið virðið, og at rætturin til at liva er størri enn rætturin til at fremja fosturtøku.

Tað er tí neyvan skeivt at ásanna, at í Føroyum so eru vit (næstan) øll pro-life!

Hevði tað tá ikki verið rættari at lógarstaðfest rættin til lív alt fyri eitt, soleiðis at vit viðurkenna okkara minstu borgarir sum virðismikil menniskju?

 

Aksel Kambsskarð Berg