

Landssjúkrahúsið er av álvara farið undir at taka H-bygningin í nýtslu, nú nýggi stórkøkurin er farin í fulla drift. Seinasta mánaðin hevur landssjúkrahúsið royndartrýst køkin og køksútgerðina, sigur Landsverk í tíðindaskrivi
Saman við Landsverki hava starvsfólk og veitarar gjøgnumgingið køkin og køksútgerðina fyri at tryggja, at alt riggar, sum tað skal.
Nýggi køkurin á Landssjúkrahúsinum er 984 fermetrar til støddar og harafturat er ein kantina uppá slakar 300 fermetrar. Umleið 30 starvsfólk starvast í køkinum á Landssjúkrahúsinum.
Køkurin á landssjúkrahúsinum ger mat til sjúklingar, starvsfólk, vitjandi í kantinunum, fundir og ymisk onnur høvi.
Og tað vísti seg alt at rigga so mikið væl, at flutt varð endaliga úr gamla køkinum leygardagin.