ES bannar einnýtisplastemballasju til frukt og grønmeti frá 2030

Í dag samtykti samveldið nýggj átøk, ið skulu ávikavist gera plastpakkitilfar, ella sonevnda plastemballasju, burðardyggari og minka um hetta burturkastið í Evropa.

Rúni Korsgaard
24. apríl 2024 kl. 14:00

Nýggja ES-reglugerðin, ið miðar eftir at minka um nøgdina av og at økja um endurnýtsluna og endurvinningina av plastpakkitilfari, var samtykt við 476 atkvøðum fyri, 129 atkvøðum ímóti meðan 24 ikki atkvøddu.

Í tiðindaskrivi verður m.a. greitt frá, at ES við reglugerðini: ”... svarar aftur vónunum hjá borgarunum um at byggja ein ringbúskap, at sleppa undan oyðsli, at stigvíst minka um ikki burðardygga emballasju og at takkla nýtsluna av einnýtisplastpakkitilfari.”

Millum fleiri av átøkunum hjá ES verður ávíst einnýtisplastpakkitilfar bannað frá 1 januar 2030. Hetta inniber emballasju til óvirkaða frukt og grønmeti, emballasju til mat og drekka, ið verður etið og drukkið á caféum og matstovum, einstakar portiónir (m.a. til krydd, sósir og sukur), gistingarpakkitilfar í minni støddum til ymsar vesivørur (m.a. innan hotellvinnuna) og sera lættvekts-plastberiposar.

Samstundis setir semjan forboð fyri pantfríari sølu, ið eitt nú er vanligt hjá dønum, ið koyra suður til Týsklands fyri at keypa pantfría øl og sodavatn. Reglugerðin hjá ES ásetur, at pant á øllum dósum og fløskum skal krevjast í øllum ES-londum í seinasta lagi frá 2029.

Aðramáta inniber semjan eisini eitt forboð av PFAS, eitt av teimum sonevndu ”ævinleikakemikaliunum”, ið ikki bert í Danmark tey seinastu árini hevur verið ein umhvørvistrupulleiki, men í roynd og veru um allan heim. Nágreiniliga snýr forboðið seg um, at pakkitilfar, ið nertir við matvørur, skal ikki innibera PFAS yvir eitt ávíst markvirði. Vón er hjá fleiri politikarum, at hetta er eitt stig móti einum fullkomnum PFAS-forboði í Evropa.

Sambært Eurostat, ið er hagfrøðisstova ES’, framleiddi hvør einstakur evropeari 188,7 kilo av burturkasti frá pakkitilfari burturav í 2021. Hetta var ein hækking á 10,8 kilo í mun til árið fyri og 32 kilo í mun til 2011. Savnaða talið í 2021 var 84 milliónir tons av pakkitilfarsburturkasti.