ES fer at seta fleiri revsitiltøk í verk ímóti Russlandi eftir deyða Navalnyj

ES-londini siga seg vilja víðka um revsitiltøkini ímóti Russlandi, eftir at andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj doyði í eini fangalegu í februar

Ragnar Sjúrðarson
18. mars 2024 kl. 19:00

ES-londini siga seg vilja víðka um revsitiltøkini ímóti Russlandi.

Tað hendur í ljósinum av at andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj doyði í eini russiskari fangalegu í februar, sigur uttanríkisstjórin í ES, Josep Borell.

Fráboðanin kom áðrenn fundur skuldi vera millum Josep Borell og allir uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum í Bruxelles í dag, har pakkin við revsitiltøkum er á borðinum.

Revsitiltøkini væntast tó ikki at fara at raka russiskar geirar sum bankar ella olju.

Í staðin fara londini í ES eftir øllum at døma at seta 33 persónar og tvær løgfrøðiligar eindir, sum kunnu knýtast at deyða Navalnyj, á listan yvir revsitiltøkum.