ES-valið endar í morgin

Tað er í morgin 9 mai at ES-valið, har limalondini velja umboð síni til at sita á ES-tingi, verður avgjørt.

Rúni Korsgaard
8. juni 2024 kl. 20:30

ES-valið byrjaði 6 mai og endar í morgin, har til samans 27 limalond hava atkvøtt.

Tað eru teir sonevndu limirnir av ES-tinginum, á enskum kallaðir ”MEPs”, sum skulu veljast. Limirnir arbeiða við øllum frá nýggjari ES-lóggávu og broytingum av verandi lóggávu til at taka avgerðir um ES-fíggjarætlanina og at atkvøða um handilssemjur við lond uttanfyri ES. Ikki minst skulu hesir limir eisini velja forseta ES-nevndarinnar.

Í ár skulu 720 limir veljast at sita á ES-tingi, har mest loyvda markið er 750 limir, verður ES-forsetin ikki taldur við. Fyri hvørt land kunnu í minsta lagi 6 og í mesta lagi 96 limir veljast á ES-ting.

Eisini hesaferð er bæði kjak og spenningur um ES-valið, og ikki minst um hvørjar politiskar dagsskráir skulu raðfestast og valda. Eitt nú vísir ein donsk veljarakanning sambært Altinget, at evnini Umhvørvi og veðurlag og Trygdar- og verjupolitikkur hava størstan týdning fyri danska veljaran við ávikavist 43 % og 41 %, meðan evnini Regulering av tech-fyritøkum, Umbót av ES-stovnum og Arbeiðsloysi og -skapan hava minsta týdning við ávikavist 7 %, 6 % og 5 % av atkvøðunum.

ES-val er fimta hvørt ár.