Esmar er tann einasti sum eigur søtu minnini

Tað eru níggju ár síðani, at B68 vann fulla úrtøku ímóti KÍ

Jóannes Hansen
18. september 2023 kl. 15:47

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti B68.

Síðani 2014 hevur KÍ vunnið allar dystirnar ímóti B68, sum onkur ár ikki hevur verið í bestu deildini.

Í 2014 endaði B68 aftast við 17 stigum, og KÍ endaði á sætta plássi við 36 stigum. Hóast endastøðan hjá KÍ var væl betri, enn hon var hjá B68, so stóðu toftamenn seg hetta árið væl ímóti KÍ. B68 vann 5-3 og 1-0 á Toftum, og í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki.

Síðani hevur KÍ vunnið tíggju ferð á rað ímóti B68.

Ein spælari, sum var við í 2014, tá ið B68 tvær ferðir vann ímóti KÍ, er framvegis í reyðu B68 troyggjuni. Tað er Esmar P. Clementsen, sum hevur føðingardag á mikkjalsmessu. Í næstu viku verður hann 27 ár. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í bestu deildini í 2014, og síðani hevur hann spælt 63 dystir í bestu deildini.

Einasti KÍ spælarin, sum var við í 2014, og sum framvegis er á besta KÍ liðnum, er Páll A. Klettskarð. Um hann kemur á vøllin í kvøld, so verður tað dystur nummar 320 í bestu landskappingini. 2-1 sigursmálið fríggjakvøldið ímóti HB í Gundadali var mál nummar 182 hjá Pálli, sum er ovast á máltindinum.

Hetta sama árið – í 2014 – var ein annar av teimum, sum nú manna liðið hjá KÍ, eina lítla løtu á vøllinum. Tað var Jákup B. Andreasen, sum fyrsta oktober í 2014 í 3-0 heimasigrinum ímóti Skála, varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á besta liðnum, og hetta var einasta ferðin í 2014, at hann var á vøllinum í Betri Deildini.

-Eg havi longu sett liðið, sum fer at spæla ímóti B68, og tað vera fleiri skiftingar, segði KÍ venjarin Magne Hoseth, tá ið síðsta bríkl ljóðaði í Gundadali fríggjakvøldið. Tað snýr seg um at telva rætt og fáa sum mest burturúr hópinum. Eftir toppdystin fríggjakvøldið í Gundadali og B68 dystin í kvøld fer KÍ í morgin av landinum við kós ímóti Bratislava, har fyrsti dystur í Europa Conference League verður hóskvøldið.

Claes Philip Kronberg og Heini Vatnsdal eru framvegis skaddir.

Hjá B68 er hetta góða løtan kanska at fanga KÍ á skeiva beininum. Millum stóru dystirnir í Europa fyrr í summar endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur var í Klaksvík, og ímóti EB/Streymi á heimavølli eydnaðist tað KÍ at skora 3-2 sigursmálið, tá ið klokkan var farin meiri enn fimm minuttir út um vanligu leiktíðina.

Hjá B68 er Mohamed Samba tøkur aftur eftir leikbann. Gilli Samuelsen er framvegis skaddur.

KÍ – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00.