Euromonitor: Vørur úr ES-londum enda í Russlandi hóast revsitiltøk

Greinarar hjá Euromonitor meta, at meginparturin av ES-vørum, ið fara til nøkur fyrrverandi lond í Sovjetsamveldinum, enda í Russlandi

Sigurjón Einarsson
7. februar 2023 kl. 14:34

Vørur frá ES-londum enda í Russlandi, hóast revsitiltøk.

Tað meta greinarar hjá Euromonitor. Euromonitor er dátugrunnur við hagtølum frá evropeisku marknaðunum. Grunnurin heldur eyga við brúkaratølum frá nógvum ymiskum vørum og feløgum, og koma eisini við marknaðarfrágreiðingum og greiningum.

Í nýggjari frágreiðing frá Euromonitor, ið byggir á hagtøl frá Eurostat, koma greinarar hjá Euromonitor fram til, at meginparturin av vørunum, sum fara til nøkur fyrrverandi lond í Sovjetsamveldinum (SNG-lond, red.), enda í Russlandi.

SNG er ein handilsfelagsskapur millum summi av londunum, ið vóru í Sovjetsamveldinum.

Frá mars til november í 2022 minkaði samlaða virði av útflutningi frá ES til Russlands við 47 prosentum, svarandi til eina minking upp á umleið 36 milliardir evrur. Men í sama tíðarskeiði hækkaði útflutningurin av vørum úr ES-londum til Belarus, Armenia, Kasakstan, Georgia, Usbekistan og Kirgistan við umleið 20,3 milliardir evrum, svarandi til eina øking upp á 48 prosent. Tað er nærum tvífalt so nógv av vørum, sum eru umfataði revsitiltøkunum móti Russlandi, skrivar Euromonitor.

Tí eru greinarar hjá Euromonitor komnir til ta niðurstøðu, at meginparturin av teimum vørum, sum ES-lond útflyta til SNG-londini, enda í Russlandi, og at revsitiltøkini tí ikki hava riggað, soleiðis sum tað bleiv væntað.