Eyðgunn er nú næstforkvinna í Javnaðarflokkinum

Eyðgunn Samuelsen er nú næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. At samansjóða tingfólkini er eitt av málunum hjá nýggju næstforkvinnuni, sum eisini er forkvinna fyri tingbólkin, nú Aksel er vorðin løgmaður

Sigurjón Einarsson
19. januar 2023 kl. 13:00

- Serliga í hesum tíðarskeiðnum, tá formaðurin í flokkinum er løgmaður, er leikluturin hjá næstforfólkinum umráðandi, tí formaðurin hevur nógv um at vera, sigur nýsetta næstforkvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Eyðgunn Samuelsen í tíðindaskrivi.

Í 2011 broytti Javnaðarflokkurin bygnaðin í flokkinum, so tann løgtingslimurin sum verður valdur at verða tingbólkaforfólk, samstundis eisini verður næstforfólk í flokkinum. Í Javnaðarflokkinum er leiðslan sett saman av einum forfólki og tveimum næstforfólkum - eitt fólkavalt næstforfólk umframt eitt næstforfólk, sum er limur í Javnaðarflokkinum og valt inn í formansskapin á landsfundi, har limirnir í flokkinum atkvøða.

Formansskapurin í Javnaðarflokkinum er nú mannaður av Aksel V. Johannesen, formanni, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinnu og Jónu Ólavsdóttir, aðru næstforkvinnu.

- Hesin bygnaðurin ger, at vit í Javnaðarflokkinum hava gott samband millum tingfólk og baklandið í flokkinum. Vit hava fastar fundir eina ferð um mánaðin, har fólk úr øllum landinum eru boðin við, og tað ger, at vit altíð vita, hvat rørir seg. Baklandið veit, hvat vit gera í tinginum, og vit í tinginum vita, hvat baklandið heldur um tann politikkin, vit føra. Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er tað so sera umráðandi ikki at missa sambandið við fólkini hjá okkum kring landið, og tí ganga vit høgt upp í at tosa við okkara limir í øllum Føroyum, sigur Eyðgunn.

Eyðgunn Samuelsen hevur fyrr sitið sum næstforkvinna frá 2011-2015. Hon er tí vælílatin til uppgávuna, hon skal undir, og hon gleðir seg.

- Eg eri spent at fara ordiligt til verka, nú eg havi fingið ta stóru ábyrgd at vera næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. Fyrstu vikurnar fari eg at hugsavna meg um at fáa samansjóðað tingfólkini. Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at vit í tingbólkinum eru væl sjóðað saman og trívast, og tí fari eg í næstum at bjóða teimum níggju tingfólkunum til ein arbeiðsdag, har vit læra hvønn annan ordiliga at kenna og gera manngongdir fyri arbeiðið, vit eru farin undir, sigur Eyðgunn.

Eyðgunn hevur leiðsluroyndir frá sínum starvi í Tekniska Skúla í Klaksvík, har hon hevur starvast síðani 1993, undantikið tá hon hevur verið í farloyvi í samband við løgtings- og landsstýrisarbeiði.