Eyðun gleðir seg at spæla í Klaksvík

U-21 venjarin rósar sínum monnum fyri hugburð og dirvi, tá ið teir at enda vóru illa kroystir, men kortini vunnu

Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 18:02

Tað er stórur fagnaður í føroysku leguni í Armenia. Eftir søta 3-2 sigurin ímóti Hvítarusslandi er tað nú busstúrur í eina tíma á skránni úr Armavir og aftur til høvuðsstaðin Jerevan, har landsliðsferðalagið hevur hildið til, síðani tey mánakvøldið komu hagar eftir flogferð úr Føroyum og umvegis París og til Jerevan.

Í nátt verður farið undir heimferðina. Hon verður umvegis Wien og Keypmannahavn, og U-21 landsliðið lendir eftir ætlan í Vágum klokkan 13.40 í morgin.

U-21 landsliðsvenjari, og úr Jerevan rósar hann spælarunum, sum eita løtu vóru frammanfyri 3-0 við trimum málum, sum Jørgen Nielsen skoraði, og endaðu við at stríðast fyri at verja 3-2 leiðsluna, og tað eydnaðist.

-Avrikið var framúr og úrslitið fantastiskt. Síðstu løtuna var tað av álvara neyðugt at stríðast, og tað megnaðu vit. Tað sigur alt um hugburðin og dirvið hjá spælarunum. Hetta avrikið kunnu vit byggja víðari á, og nú gleða vit okkum at koma heim og at fyrireika okkum at spæla ímóti Kroatia, sigur Eyðun Klakstein, U-21 landsliðsvenjari, úr Jerevan í Armenia.

Seinni EM dysturin í hesum umfarinum verður í Klaksvík týskvøldið, tá ið Kroatia verður mótstøðuliðið.

Hvítarussland – Føroyar 2-3 (0-1)

EM undankappingardystur á Armavir stadion í Armavir í Armenia 7. september 2023 kl. 17.30

0-1: Jørgen Nielsen 35.

0-2: Jørgen Nielsen 48.

0-3: Jørgen Nielsen 59.

1-3: Rovdo 75.

2-3: Chernyak 93.

Dómarabólkur úr Armenia: Ashot Ghaltakhchyan, Atom Sevgulyan, Sargis Hovhannisyan og Artem Gasparyan (4. dómari)

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam (Jákup N. Vilhelmsen, 94.) – Áki D. Samuelsen (Jónas Warner, 94.), Gullbrandur Øregaard (Gutti Dahl-Olsen, 79.), Noah Mneney, Olaf Bárðarson (Heini F. Sørensen, 65.) – Jørgin Nielsen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 79.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Jens Erik Bruhn, Poul Kallsberg

Gult kort: Elias Rusborg, Ari í Haraldstovu Petersen

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen