Eyðun hevur gjørt tvær broytingar

Nýggir á liðnum sammett við heimadystin ímóti Andorra eru Áki Johannesen og Ási Dam

Mynd: Andrass Thomsen/fsf.fo
Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 12:43

Fyrsta bríksl í Armavir í Armenia verður klokkan 14.30, tá ið føroyska U-21 landsliðið fer at spæla ímóti Hvítarusslandi.

Amavir er 46 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin Jerevan, og í bussi tekur tað ein tíma at koyra.

Í dag er føroyska liðið í 5-4-1 uppstilling, og sammett við ímóti Andorra, tá ið tað 16. juni í Klaksvík endaði 2-2, hava venjararnir gjørt tvær broytingar á liðnum.

Martin Agnarsson, sum spælir í Viborg, er skaddur, og Ási Dam er nýggjur vongverji í vinstru. Í summar flutti hann úr HB og vestur til 07 Vestur, har hann síðani hevur verið fastur vongverji í vinstru.

Áki Johannesen er nýggjur miðverji. Hann er av álvara komin fyri seg, eftir at hann fyrr í ár var skaðadarvaður. Hann var á beinkinum alla tíðina ímóti Andorra. Áki avloysir miðvallaran Aron Jarnskor Ellingsgaard.

Dysturin verður vístur á Ras1 hjá Televarpinum.

Hvítarussland – Føroyar kl. 14.30

EM undankappingardystur á Armavir stadion í Armavir í Armenia

Dómarabólkur úr Armenia: Ashot Ghaltakhchyan, Atom Sevgulyan, Sargis Hovhannisyan og Artem Gasparyan (4. dómari)

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen

Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Jákup N. Vilhelmsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini F. Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen, Poul Kallsberg

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen