Eykasýningar við Sjúrði Skaale í Reinsarínum

Sýningarnar hava verið sera væl umtóktar, og nú eru fleiri settar á skrá

Sjúrður Skaale í Reinsarínum (Mynd: Gwenael A.H. Carre)
Fríðmundur Nattestad
25. februar 2024 kl. 16:00

"Sig okkurt skek" er heitið á stand up sýning, sum Sjúrður Skaale hevur framført í Reinsarínum í Havn seinastu dagarnar. Fleiri eykasýningar hava verið, og allar hava verið útseldar.

Nú boða fyriskipararnir frá, at tríggjar eykasýningar verða afturat:

”Sig okkurt skek” tríggjar ferðir afturat – men so er eisini liðugt!

Tað hevur verið so stórur gravgangur eftir atgongumerkjum til “Sig okkurt skek”, at vit nú seta tríggjar eykasýningar afturat til sølu: Mánakvøldið, týskvøldið og hóskvøldið kl. 20:00.

Tað merkir, at tvær sýningar endaðu við at gerast 12.

Men so er eisini liðugt! Húsið verður upptikið til onnur og minst líka spennandi tiltøk, og leikarin verður burtur allan mars.

”Sig okkurt skek er ferðin hjá Sjúrði frá unglinga til manns og tær sannkenningar hann er komin til á vegnum. (…) Innlitið í sína egnu støðu fortelur ikki bara søguna um Sjúrð, men um sjálva lívsins treyt - fyri at brúka orðini hjá einum kendum manni. (…) Komedian varðir í hálvanannan tíma, men tað virkaði meiri sum ein hálvur tími. Eg var slett ikki liðugur at lurta og verða undirhildin, tá tjaldið fór niður.

Onkra løtu takkaði eg fyri at omma ikki var millum áskoðararnar, tí tað pínliga var so pínligt at eg havi ikki hoyrt sovorið. Men tað er innlit og álvara, sum verður pakkað inn í skemt. Pínligheitskomedian verður í "Sig okkurt skek" tikin til next level, har onki er for groft ella for fúlt. Tað eleganta er, at perspektivið í framførsluni er eitt boð hjá Sjúrði uppá at forklára lívið fyri sær sjálvum og fyri okkum sum áskoðarum.”

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo