Eysturoyggin fær eitt stórt null

Mjólkikúgvin hjá Føroyingum, Eysturoyggin, skal ikki fáa eina krónu, men nú biðjur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, tey um at hugsa seg um eina ferð afturat

Áki Bertholdsen
20. november 2023 kl. 11:21

Alt bendir á, at umboð fyri mjólkikúnna hjá føroyingum, Eysturoynna, hava als ikki verið til staðar tá ið núsitandi landsstyrið tók avgerð um, hvar pengarnir úr landskassanum skulu brúkast næsta ár í sambandi við vegir.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, nú Løgtingið er í ferð við at leggja seinstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hann vísir nevniliga á, at á fíggjarlógini fyri næsta ár er ikki ein króna sett av til vegir í Eysturoynni. Hann nevnir fleiri vegastrekki, sum antin eru illa farin, ella sum liggja í hálvum gekki: Vegurin omanfyri Skálafjørð, Funningsfjaravegurin, sukklu-og gongubreyt í Soldarfjørði, í Oyrunum á Toftum, vegurin undir Valaknúkum og undir Gøtueiõi, umkoyringarvegur í Soldarfjørði, tunnilin úr Gøtudali yvir á Skálafjørðin og Selatraðarvegurin og Oyndarfjarðarvegurin.

Hann leggur dent á, at hann hevur ikki gloymt fjøruvegin í Runavík, men hann heldur ikki, at hann eigur at telja við, tí hann er ein beinleiðis avleiðing av eini verkætlan, sum eitt alment partafelag undir Landinum, hevur staðið fyri.

Hinvegin hava nógv tosað um, at ein tunnil ímillum Gøtudal og Valaknúkar innarliga á Skálafjørðinum, skuldi bøta um ferðslutrýstið ígjøgnum Saltangará og Runavík, tó fóru nógvir bilar, sum komu norðaneftir, at fara í Eysturoyartunnilin á Strondum.

Men heldur ikki til tann tunnilin er ein króna sett av, sigur borgarstjórin í Runavík.

Men nú fíggjarlógin er til viðgerar, heitir hann á politikararnar um at hugsa seg um av nýggjum, og at hugsa um eitt øki í landinum, sum onga landspolitiska megi hevur, sum hann málber seg.