Fáa bót fyri at órógva fugl í Nólsoynni

Enn er ógreitt, hvussu stór bótin er, men onnur hava fingið 3.000 krónur í bót

Eina ávísa árstíð er ikki loyvt at sigla undir landi í Mykinesi, og aðrastaðni
Áki Bertholdsen
10. juli 2024 kl. 14:00

Í varð ein bátur meldaður fyri at sigla ov nær landið í Nólsoynni. Og tað fær hann bót fyri-

Hesar dagarnar hevur veðrið verið av tí besta. Samstundis er hásummar og ljóst. Og undir slíkum umstøðum fáa fólk hug at fara í bát, so summastaðni hevur tað verið lívligt á firðum og sundum ymsastaðni.

men tað, sum nógv kanska ikki geva sær far um, er, at trý øki í landinum eru Ramsar-øki. Tað merkir, at tey eru friðað í nógv størri mun enn onnur pláss og  endamálið við tí er at geva fuglunum frið hesa tíðina nú hann reiðrast.

Hetta merkir, at frá 15. apríl til og 31. august, er tað bannað at sigla skjótari enn átta míl, nærri enn 500 metrar úr landi undir Mykinesi, eisini Mykineshólni, umframt undir Skúgvoy og undir einum parti av Nólsoy.

Men í sama tíðarskeiði skulu vatnskutarar yvirhøvur, halda seg minst 500 metrar úr Ramsar-økjunum í Skúgvoy, Mykinesi og úr Nólsoy

Hetta kortið vísir, hvørjir partar av Nólsoynni, eru Ramsarøki. Tað er tann parturin, sum er markaður við reyðum strikum. Annars er øll Skúgvoy og alt Mykines, Ramsar-øki, eisini Mykineshólmur. Endamálið er at verja tað serliga fuglalívið, sum har er

Og tað er heldur ikki loyvt at hava musikk hart frá, ella at halda óneyðugan gang nærri enn 500 metrar úr landi. Einastu undantøk eru ferjurnar, sum sigla fyri Strandferðsluna og tá ið vandi er fyri lívi og heilsu.

Onnur ár er tað hent av og á, at bátar eru tiknir fyri ikki at halda lógina. Og í gár var fyrti tilburðurin av slíkum slagi í ár.

Tað var tá ið ein bátur varð meldaður fyri at sigla ov skjótt undir bjørgunum í tí partinum av Nólsoynni, sum er Ramsar-øki.

Løgreglan sigur, at tann, sum førdi bátin, fær eina bót. Enn er óvist, hvussu stór bótin er, men fyri nøkrum árum síðani, fingu fleiri mans 3.000 krónur í bót í part fyri at hava stimað ov tætt undir Nólsoynni á vatnskutara.

Tá søgdu teir, at teir vistu einki um Ramsar-øki, men niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at ókunnleiki er ikki nøkur umbering fyri at bróta lógina.

Annars vildi ákærin hava, at menninir skuldu fáa 6.500 krónur í bót í part, men dómarin lækkaði hana niður í 3.000 krónur.

Rætturin segði, at endamálið við at lýsa Ramsar-økini, er at verja náttúruna og tí eigur bótin at vera so stór, at hon merkist.