Facebook riggar ikki í løtuni

Fleiri milliónir brúkarar kring heimin hava trupulleikar við Facebook, Messenger og Instagram í løtuni

Mynd: Getty Images
Fríðmundur Nattestad
5. mars 2024 kl. 15:45

Tænasturnar hjá tøknirisanum Meta eru ikki tøkar í løtuni, og fleiri uppliva, at verða tveitt úr Facebook, Messenger og Instagram.

Á Downdetector, har brúkarar kunnu boða frá feilum á heimasíðum, hava yvir 500.000 fólk seinnapartin í dag boða frá, at Facebook ikki riggar sum tað skal.

Meta upplýsir á heimasíðuni metastatus.com, at tey arbeiða við at loysa trupulleikarnar skjótast gjørligt.