Faðir og barnið

Javnstøða – hvat merkir hetta?

Claus Martin í Grund
29. november 2022 kl. 21:23

Hvar er javnstøðan? Javnstøða er eitt hitt mest nýtta heitið í Føroyum. Vit hoyra millum annað, at tað skal verða javnstøða á løgtingi og í landsstýri, javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og javnstøða í samfelagnum sum heild.

Felags fyri flestu spurningar viðvíkjandi javnstøðu, er, at teir snúgva seg um, at tað eru ov fá konufólk í týðandi sessum.

Politiskur vilji er í flestu førum fyri, at tað skal verða javnstøða. Men tá tað kemur til tær fáu røddirnar, sum rópa um javnstøðu til pápar, tá hoyra oyrini ikki eins væl. Mótargumentini eru nógv. Pápar hava ikki sama tilknýti til barnið sum mamman, tí mamman í 9 mánaðar hevur borið barnið í móðurlívi.

Pápar eru ikki eins umsorganarfullir sum mamman. Pápar megna ikki líka væl at binda seg. Pápar kunnu brúka barnið sum eitt vápn móti mammuni, um teir fáa felags foreldramynduleika o.s.fr.

Um vit venda myndina á høvdið; kunnu mammur, sum nú er, ikki brúka barnið sum eitt vápn mótvegis pápunum? Eru allar mammur meira umsorganarfullar enn páparnir? Hava allar mammur betur tilknýti til barnið enn páparnir? Hava allar mammur lættari við at binda seg enn páparnir?

Í DK er lóggávan soleiðis, at hava foreldrini livað saman í 10 mánaðar ella meir, áðrenn barnið er føtt, er felags foreldramynduleiki galdandi. Hví er tað so ringt at fáa somu lóggávu at galda í Føroyum? Riggar hon ikki?

Sum nú er kann mamman seta ultimatum. “Antin verður tað, sum eg sigi, ella kanst tú fara til Familjufyrisytingina”. Tí tær vita, eins væl og pápin, at tær í síðsta enda helst fáa framt sín vilja. Hetta er als ikki í tráð við javnstøðurákið, sum er í løtuni. Ikki uttan so, at rákið bert er ein einsrættaður vegur. Arbeiðast má framm ímóti veruligari javnstøðu á hesum øki, og harfrá má støða takast til hvørt einstakt mál. V.ø.o. hvat er best fyri barnið.

Seti kross við Claus Martin í Grund

Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin