Fagerberg er aftur í Vágum

Fyrrverandi álopsspælarin í 07 Vestur verður nú ungdómsvenjari

Jóannes Hansen
21. november 2023 kl. 14:35

Ken Fagerberg er kendur maður í Vágum. Svenski álopsspælarin spældi við 07 Vestur í 2017, 2018 og 2019, tá ið hann sambært faroesoccer.com spældi 60 dystir og skoraði 13 mál.

Síðani hevur Ken Fagerberg verið í TB og Royn, og nú verður hann aftur í Vágum.

07 Vestur boðar frá, at Ken Fagerberg, sum 9. januar verður 35 ár, verður ungdómsvenjari í 07 Vestur.

07 Vestur skrivar soleiðis:

07 Vestur vil gjarna brúka orku uppá at menna egnar leikarar. Tí hevur felagið avgjørt at seta ein ungdómsvenjara í starv afturat. Talan er um ein gamlan kenning, Ken Fagerberg. Ken hevur áður spælt á besta liðnum hjá 07 Vestur. Eftir nøkur ár í útlegd á Tvøroyri kemur hann vestur aftur at menna okkara ungdóm, skrivar 07 Vestur.