Familjuleikur: Troytti maðurin

Børn og vaksin kunnu gleða seg til stuttliga familjuleikin, Troytti maðurin, sum verður framførdur í Norðurlandahúsinum í februar

Tíðindaskriv
30. januar 2023 kl. 10:36

Ein vekjari ringir. Ein armur rættir seg út undan dýnuni leitandi eftir vekjaranum, finnur hann og sløkkir. Ein annar vekjari ringir - tann í skuffuni. Vit kenna hetta øll, tað er so tungt at slíta seg úr songini og fara upp. Fyri høvuðspersónin í leikinum, Troytti maðurin, er støðan og møðin heilt óvanlig. 

Tá næsti vekjarin er sløktur, fer tann triði at ringja. Tá hann eisini er sløktur, fer tann fjórði at ringja. Sjálvt um troytti maðurin hevur brynjað seg út við fleiri vekjarum, og sjálvt um hann at enda fer upp, vaknar hann ikki reiðiliga.

Hvat er so at gera? Gevur mann sær sjálvum elektriskan stoyt, stígur mann á teknistiftir, ella koyrir mann hondina niður í brennandi heita breyðristaran? Troytti maðurin roynir alt, og tá hann at enda vaknar, er tað vorðið kvøld og tíð at fara til songar aftur. 

Børn og vaksin kunnu gleða seg til henda stuttliga familjuleikin, sum verður framførdur í Norðurlandahúsinum, leygardagin, 18. februar klokkan 14, og sunnudagin, 19. februar klokkan 14.

Leikurin er framleiddur av norska dansi- og sjónleikarafelagnum, Jo Strømgren Kompani, sum er kend fyri sínar stuttligu leikir, sum taka áskoðararnar á bóli.

Leikurin er hóskandi til børn úr seks ár og eldri.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.