

Nú á hvítusunnuna fer Havnarkórið, saman við einum orkestri, at framføra vakra oratoriið Paulus hjá Felix Mendelssohn Bartholdy.
Hetta stórverkið varð skrivað í 1836 og tað er týðiligt at tónaskaldið hevur fingið íblástur frá J. S. Bach, sigur Havnarkórið í tíðindaskrivi. Verkið lýsir lívið hjá apostlinum, Paulusi, við tekstbrotum úr Bíbliuni, serliga úr apostlasøguni.
– Áhoyrarin verður tikin við á eina kensluborna ferð við lovprísan, inniligari bøn, vreiðum fólkamongdum, fevnandi kærleika og at enda endurloysn, sigur Havnarkórið.
Hetta er fyrstu ferð at hetta verkið verður framført í Føroyum. Havnarkórið framførdi hitt stóra oratoriið hjá Mendelssohn, Elias, fyri 20 árum síðani.
Umframt teir 65 sangararnar, og fýra solistarnar, sum eru í Havnarkórinum, fer eitt orkestur við 30 tónleikarum at spæla.
Solistar eru:
Birita Poulsen, sopran, úr Føroyum
Petra Iversen, alt, úr Føroyum
Petter Moen, tenor, úr Norra
Rory Green, bass, úr Bretland
Konsertmeistari er Atli Ellendersen og dirigentur er Leif Hansen.
Tvær konsertir eru settar á skránna. Tann fyrra verður í Norðurlandahúsinum leygardagin og tann seinna verður í Fuglafjarðar kirkju hvítusunnudag.
Í sambandi við konsertirnar fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at greiða frá um Paulus og verkið hjá Mendelssohn, sigur Havnarkórið.