Fara at kappast í Havn í olympiskari vektlyfting

Tað vera 22 veklyftarar við - og kynsbýtið er púra javnt

Áki Bertholdsen
29. mars 2024 kl. 12:02

Í morgin, leygardagin, verður FM kapping í Klaksvík í olympiskari vektlyfting. Fyrireikararnir siga, at tað verður klokkan 13, at fyrsta vektstongin fer upp um høvd.

Kappast verður í nýggju hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku 1 í Havn. Kvinnurnar byrja klokkan 13. Menninir byrja umleið klokkan 14.30 - klokkan 15.

– Áhugin fyri FM í vektlyfting plagar at vera stórur, tí vektlyfting er bæði spennandi og undirhaldandi ítróttagrein - og áskoðarar hava ókeypis atgongd, siga fyrireikararnir.

Tað vera heili 22 lyftarar, sum fara at royna síni kynstir, og tað er full javnstøða,tí tað eru 11 kvinnur og 11 menn. Talan er bæði um royndar og nýggjar lyftarar, og øll hava síni serligu mál. Tað kann vera at vinna sær rættin til at sleppa við í altjóða kappingar ella bara at bøta um sínu egnu avrik og at sleppa við í fleiri kappingar.

Menningin í føroyskari vektlyfting hevur gingið við rúkandi ferð hesi síðstu árini, og Føroya Styrkisamband vertur fyri NM 2024. Málið er at fáa so nógvar føroyskarar lyftarar við sum gjørligt. Í næstum verður kunngjørt, hvar ið NM verður hildið, siga fyrireikararnir.