Fara at syngja 101 kórsangir leygardagin

Kórbókin ”101 kórsangur”, sum kom út í juni 2021, hevði til endamáls at savna teir flestu føroysku kór-evergreens í einari bók. Ætlanin hevur allatíðina verið at sungið allar sanginar í bókini ein seinnapart, men høvi hevur ikki verið til tess. Nú leygardagin verður tað so roynt

Tíðindaskriv, Kórsamband Føroya
8. februar 2023 kl. 12:07

Zacharias Sørensen fekk hugskotið til hesa bók eftir at kórfólk fóru at spyrja eftir nótum til allar hesar ”evergreens”, sum sungnir vóru á kórstevnum, á ólavsøku og aðrastaðni, har kórsangarar savnaðust. Gerast skuldi ein antologi við kórsangum, ið ikki var so stór í vavi og soleiðis høglig at hava uppiá sær.
Saman við kenda kórkomponistinum Knúti Olsen savnaði Zacharias tilfar, og endin var, at bókin kom at innihalda 101 kórsangir.

Leygardagin, 11. februar klokkan 16 í Finsen, verður høvi hjá øllum kórsangarum at syngja sanginar í bókini. Vónin er, at sangarar úr øllum landinum koma til Havnar at syngja.

Tað verða kórleiðarnir Leif Hansen og Benjamin Gaasedal, sum fara at leiða kórsangin.

Kaffi, te, kakur og frukt verður at fáa.

Tiltakið er ókeypis og eingin tilmelding er. Er onkur, sum ikki eigur bókina, verður hon at fáa til keyps í auluni hendan dagin.

Fyrireikaranir rokna við, at sangur fer at ljóma einar góðar fýra tímar.