Tað, sum Arbeiðsgevarafelag vildi góðtaka av lønathækking er rættiliga nógv minni enn tað, vit vilja góðtaka.
Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at hesi seinastu árini eru allir prísir nógv hækkaðir, umframt at rentan er nógv hækkað. Og Arbeiðarafeløgini hava sett sær fyri, at tað skal síggjast aftur í lønarhækkingini, tey skulu hava.
– Keypiorkan hjá verkafólkið er púrasta útholað hesi seinastu árini, leggur hann afturat.
Stjórin í Vinnuhúsinum segði við KvF, at eftir semingsuppskotinum skuldi lønin, sum heild, hækka tilsamans níggju prosent í einum sáttmálaskeiði, umframt útreiðslur til eftirløn.
Tað halda arbeiðsgevararnir er alt ov nógv - og arbeiðarafeløgini halda, at tað er alt ov lítið, so báðir partar vrakaðu semingsuppskotið, og tí verður verkfall í annaðkvøld.
Hann sigur, at nú fara tey at viðgera støðuna og tí sambandi fara tey eisini at viðgera, hvar tað kann verða viðkomandi at geva undantøk frá verkfallinum.
Hvørji undantøk, talan kann verða um, vil hann ikki siga, tí nú skulu tey viðgera støðuna.
Hann vísir á, at nú eru tað heili 21 ár síðani, at verkfall var saman, so tað er ein rættiliga stórur partur av verkafjøldini, sum ikki veit, hvat tað er at vera í verkfalli.
Ein partur av arbeiðnum verður so eisini at læra fólk at vera í verkfalli og at fáa tey at skilja støðuna.
Hesi seinastu 40 árini hava arbeiðarafeløgini verið í verkfalli fýra ferðir. Hetta var í 1985, 1987, 2001 og 2003.