Fara ikki at raka Suðuroy og útoyggjarnar harðari enn onnur

Ferðasambandið verður ikki kvett, siga umboð fyri fakfeløgini, sum fara í verkfall á midnátt

Áki Bertholdsen
13. mai 2024 kl. 09:58

Sum vit hava skrivað fleiri ferðir í gjár, fara tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í verkfall á midnátt í kvøld.

Men enn er óvist, hvussu tað fer at raka, og hvønn tað fer at raka. Eitt, sum nógv stúra fyri, er, at ferðasambandið til Suðuroynna, og aðrar útoyggjar, verður kvett.

Ferðasambandið verður ikki kvett, siga umboð fyri fakfeløgini, sum fara í verkfall á midnátt.

Endamálið við einum verkfalli er sjálvandi at forða samfelagshjólunum at mala fyri at leggja trýst á arbeiðsgevaran.

Men Sonja Jógvansdóttir, sum er samskipari í Samtaki, ið umboðar fakfeløgini í verkfalli, sigur, at tað er eingin ætlan um at raka Suðuroynna og útoyggjarnar harðari enn tey meginøkinum.

Hetta sigur hon, tí tað er ósemja um, akkurát hvør er fevndur av hesum verkfallinum.

Arbeiðarafeløgini siga, at verkfallið er fyri øll arbeiðsøki hjá privatum arbeiðsgevarum, hjá almennum stovnum, og hjá kommununum.

Bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, vóru skjót at boða alment frá, at tey hava ikki sáttmála við fakfeløgini, sum fara í verkfall og sostatt eru tey ikki ein partur av trætuni ímillum tey og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at fara starvsfólk hjá landinum ella kommunum í verkfall verður tað lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál. 

Hetta merkir, at fáa arbeiðarafeløgini rætt, fevnir verkfallið eisini um tey, sum loysa og binda strandfaraskipini og so fáa tey ikki siglt.

Tey, sum eru komin upp í árini í Suðuroy, í Nólsoy og aðrastaðni har ferjur sigla, minnast, hvussu ferðasambandið var kvett í vikuvís í áttatiárunum tí arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli.

Men seinast verkfall var, gjørdu arbeiðarafeløgini av at geva Strandferðsluni undantak til ferðafólkaflutning, tí tey mettu ikki, at tað var rættvíst at summi øki í landinum verða harðari rakt enn onnur.

Og Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðarafeløgini hava framvegis tað sjónarmið, at tað er skeivt at raka summi øki harðari enn onnur.

Tað merkir, at tey, sum avgreiða Strandfaraskipini, fara at fáa undantaksloyvi frá verkfallinum, so at Suðuroyggin og útoyggjarnar, ikki skulu missa ferðasambandið hóast tað er verkfall.