Faustix á Summar Festivalin

Hann hevur hittað bæði heima í Danmark og úti í heimi – eitt nú í USA, har staklagið “Revolution” seldi so væl, at tað fekk eina gull-viðurkenning

Fríðmundur Nattestad
4. apríl 2024 kl. 13:40

Summar Festivalurin kunnger í dag, at danski Faustix skal framføra á Vágsbøi í summar:

Hann er er DJ og framleiðari. Hann hevur útgivið egnan tónleik og remixað tónleik hjá øðrum. Og hann hevur hittað bæði heima í Danmark og úti í heimi – eitt nú í USA, har staklagið “Revolution” seldi so væl, at tað fekk eina gull-viðurkenning.

Faustix er eitt av heitu nøvnunum innan elektroniskan tónleik, og nú kemur hann á Summar Festivalin at hava framførslu. 

Faustix hevur útgivið tónleik síðani 2010, og serliga seinnu árini hevur hann veruliga havt undanvind. Hann hevur hittað víðahvar, og hann hevur havt framúr góðar og lívligar framførslur á konsertum og festivalum. 

Hann er eisini kendur frá sjónvarpsrøðini “The Olsens”, sum summi føroyingar kanska kenna. Tað er ein sonevnd reality-røð, har fylgt verður við lívinum hjá Faustix, sum hevur borgarliga navnið Morten Brangstrup Olsen, og konuni Irina Olsen, sum er kendur influensari. 

Faustix verður við á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.