FBI skal hjálpa til at fáa greiðu á sniðmorði á forsetavalevni í Ekvador

Snimorðið hevur møguligar træðrir til mafiuna og bandaumhvørvið

Ragnar Sjúrðarson
14. august 2023 kl. 14:20

Drápið á forsetavalevni Fernando Villavicencio frá Ekvador hevur loypt ein kvøkk á suðuramerikanska landið.

Snimorðið hevur møguligar træðrir til mafiuna og bandaumhvørvið, og nú skal FBI hjálpa løgregluni í Ekvador við avdúkingararbeiðinum, skrivar Reuters.

Fernando Villavicencio hevði júst sagt seg vilja berjast móti harðskapi, korruptión og rúsevnum, og stutt eftir ein valfund mikudagin í høvuðsstaðnum Quito varð hann skotin í høvdið.

Stjórnin í Ekvador upplýsti seint í gjárskvøldi, at FBI fólkini longu hava havt ein fund við løgregluleiðarar, og seinni hittast tey við ákærunum, sum standa á odda fyri kanningararbeiðinum.

Seks kolombianskir ríkisborgarar við sambondum til rúsevnisbandar í Ekvador og Kolumbia eru handtiknir og ákærdir fyri drápið, skrivar Ritzau.

Forsetavalið í Ekvador verður sunnudagin.