Felag handan ChatGPT kemur við meira menniskjansligum chatbotti

GPT-4, sum varð kunngjørt í dag, verður sagdur at vera meia menniskjansligur meira álítandi enn tann fyrri.

Dimma.fo
14. mars 2023 kl. 23:19

Eitt av heilt stóru tøkniligu samrøðuevnunum seinastu mánaðirnar, chatbotturin nevndur ChatGPT, heur nú fingið eina munandi dagføring.

Tað uppl´syir felagið Opan Al, sum er felagið aftan fyri CahtGPT.

Tan dagførdi chatbotturin hevur fingið navnið GPT-4. Hann verður sadur at vera millum annað ein chatbottur, sum uppførir seg meira menniskjansliga enn tann fyrri.

Ein chatbottur er eitt serligt slag av kunstigum intelligensi, sum kann svara øllum heimsins spurningum út frá eini mongd av dátum.

ChatGPT varð vístur fram í november í fjør.

Síðani tá hevur hann vakt undran við evnum sínum at svara spurningum og loysa truplar uppgávur ella til dømis skrivað sangir og yrkingar.

Svarini hjá dagførda GPT-4 verða væntandi munandi nágreiniligari í framtíðini. Tá skal eisini bera til hjá honum at fáa vitan frá bæði teksti og myndum.

Tað merkir eitt nú, at um ein brúkari uploadar eina mynd, sum vísir niðrara partin á einum køliskápi, so skal chatbotturin síggja, hvørjar vørur eru í køliskápinum. Hann skal harumframt eisini kunna siga tær, hvørjir rættir tú kanst gera við hesum vørum.

Sambært OpenAlu er lægri sannlíkindi fyri, at G*PT-4 svarar áheitanum um ólógligt innihald og 40 prosent meira sannlíkt, at hann kemur við svarum, sum eru faktuell, skrivar OpenAl í sambandi við almannakunngerðingina av GPT-4.