Nú eru skjótt tvær vikur síðani, at lønarsamráðingarnar ímillum sjúkrarøktrarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið, slitnaðu.
Tey hava samráðst um nýggjan sáttmála í eina tíð, men 24. august máttu tey kasta handklæði í ringin og ásanna, at tað fór ikki eydnast at finna semju,
Tí vórðu boð send eftir semingsmanninum, men síðani hevur ikki verið so nógv at frætta. Men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað verður seinni í vikuni, at farið verður undir tær ítøkiligu semingsroyndirnar.
Hann sigur, at hann hevur fingið alt tilfarið frá báðum pørtum og hann hann hevur tosað við partarnar.
Hann sigur, at tað verður onkran dagin seinni í vikuni, at hann fer at kalla partarnar saman til fundar í eini roynd at finna semju.
Tá fara vit at taka samanum og at kanna grundarlagi fyri samráðingum, sigur Terje Sigurðsson