Ferðaavgjald fyri at vitja Venesia

Fyri at lætta um trýstið frá hópferðamannavinnuni setir býarstýrið í Venesia frá í dag krav um atgongumerki fyri ferðafólk, ið vitja. Venesia er fyrsti býur í heiminum, ið ger slíkt átak.

Rúni Korsgaard
25. apríl 2024 kl. 15:51

Hetta vita fleiri altjóða miðlar at siga í dag, m.a. Reuters og New York Times.

”Hin flótandi býurin”, sum Venesia eisini verður róptur, hevur omanfyri 15 milliónir vitjandi um árið og er sostatt eitt sera væl umtókt ferðamál. Tær sermerktu kanalirnar, gondolirnar og Markusarplássið er millum sereyðkennini í elligamla býnum norðanfyri í Italia.

Umrøtt hevur verið seinastu árini, hvussu Venesia skal yvirliva sum býur, har hópferðamannavinnan hevur sett eitt ógvisligt trýst á býin. Vatnflóð er ein annar trupulleiki, sum bert er voksin við árunum.

Ferðaavgjaldið á 5 evrur er galdandi fyri dagsferðafólk. Tað vil siga, at yvirnáttar mann í býnum, slepst undan ferðaavgjaldinum, tó mann harafturímóti skal gjalda tann galdandi ferðaskattin.

Avgjaldið er ásett at galda ávísar dagar millum kl. 8.30 og 16. Í 2024 eru 29 dagar í alt, har ferðaavgjald er ásett. Børn undir 14 ár eru undantikin at skula gjalda.

Bótin fyri at verða tikin uttan atgongumerki er 300 evrur.

Fyrrapartin í dag vóru longu 13.000 atgongumerki seld. Hetta visti borgarstjórakontórið í Venesia at boða frá.